Áin á Føroyaklettinum og Føroyakletturin

Jóannes Patusson hevur í bók síni “Føroya søga” (1929) tvær frásagnir um landnámið – bæði úr Funningi og frá Gjógv. Teir navngivnu heimildarmenninir úr Funningi siga soleiðis (leysliga): “Landnámsmenninir vórðu við steyminum førdir inn á Funningsfjørð. Teir løgdu skipið at í Funningslíð – á einum staði, sum teir nevndu Føroyakletturin. Ein á rann har útav, og har hildu teir íløt síni undir at fáa sær vatn, og kallaðu teir ánna Føroya Á. Staðið kallaðu teir Føroyar, og soleiðis eitur tað enn. Síðani lendu teir innari í firðinum og kallaðu tað staðið Funningur og búsettust har. Landið var funnið.”
Áin á Føroyaklettinum og Føroyakletturin (vinstrumegin ánna – niðri við sjógvin)
Tann navngivni heimildarmaðurin frá Gjógv hevur mestum somu frásøgn: “Grímur Kamban legði at landi í Funningslíð við eina á, sum hann kallaði Føroya Á. Hann sá eitt stórt seyðafylgi liggja á bóli í líðini omanfyri.”


Her kann leggjast aftrat, at funningsfólk kalla hetta økið her rundanum fyri Føroyar. Ein funningsmaður, f. 1895, visti at siga frá teimum gomlu, at teir plagdu at royna eftir reyðfiski Úti undir Føroyum, og tað hevði hann eisini mangan gjørt sjálvur.
Tað er ogn í staðanøvnunum, og mangan beina tey okkum aftur á onkra hending – onkra søgn ella onkra søgu. Tað er ikki hissini fongur í hesum staðanøvnunum uttarlaga á Funningsfirði, tí tey ganga sum fótur í hosu aftur til frásagnirnar, ið eru um Grím Kamban og landnámið. At hesi nøvnini hava livað á mannamunni síðani landnámstíðina, er í sjálvum sær ein einastandandi søga. Neyvan eru hesi nøvnini so víða kend um land okkara, men tað er einki at taka seg aftur í, at hetta eru sigandi nøvn, ið øll eru eina vitjan verd. Eisini hava tey uppiborið at verða drigin fram í ljósið, og ein túrur úr Funningi og út eftir Líðarbakka, kann tískil viðmælast øllum – her angar av søgu. Tað er lággongt allan vegin, og tað tekur tær umleð ein tíma hvønn vegin.
Frá Gjógv hava vit eisini aðrar heimildir. Gjáarfólk søgdu, at Grímur Kamban tók vatn úr einari aðrari á, Ferjá, ið er nakað innari á Funningsfirði. Sum so mangan: Sagnir eru sagnir, og tær verða verandi sagnir.