Grímur Kamban

Varðveita søgnina

Á heysti í 2020 tók Bygdarfelagið í Funningi avgerð um at skipa eina nevnd, ið skuldi fara undir eina verkætlan at varpa ljós á Funning sum landnámsbygd og varðveita søgnina um Grím Kamban. Í nevndina vórðu valdir Jóanis Erik Køtlum, Jóanes Johannesen og Rodmundur Nielsen. 

Nevndin  heitti á Hans Paula Olsen listamann um at átaka sær uppgávuna at gera eina standmynd, sum lýsir søgnina um Grím Kamban. Hesum játtaði listamaðurin og gjørdist talan um eina standmynd, sum er stoypt úr bronsu og sett inn í landslag av føroyskum gróti.

Standmyndin varð avdúkað á hátíðarhaldi í Funningi 21. oktober 2023.

Landnámið

Funningur – Funningsfjørður – Funningslíð (uttast til vinstru á myndini)

Søgan sigur, at írskir munkar vóru teir fyrstu, ið búsettust í Føroyum, men at norskir víkingar róku teir burtur hiðani. Hetta sigur tann írski munkurin Dicuil í bók síni “De mensura Orbis terrae” (Heimsins vídd). Bókin er skrivað um ár 825, so roknað verður við, at tað norska landnámið í Føroyum hevur verið um hetta mundið. Dicuil skrivar m.a. soleiðis – og hildið verður, at hann her meinar við Føroyar: “Her hava einabúgvar búð fyri hundrað árum síðani, men nú er eingin eftir, tí víkingarnir hava rikið teir burtur – so nú er alt bara fult av seyði og havfugli.”

Soleiðis koma vit til Grím Kamban, sum sigst vera tann fyrsti landnámsmaðurin og kom higar umleið 825, og tað hevur altíð verið ført fram, at hann kom í land í Funningi.

Funningur – hesin vakri fjaldi staður millum Djúpini og Føroya hægstu fjøll beint innan fyri gáttina á tí friðarliga, fevnandi Funningsfirði. Hvat er at finna í Funningi, og hvat sigur navnið um staðin? Í Føroyinga søgu stendur at lesa, at landnám í Føroyum var í Funningi, og at staðurin fekk navn eftir hesum, tá ið land var funnið. Fyrsti maður at seta fótin á land var Grímur Kamban. Eisini tað navnið er áhugavert, tí Grímur er norrønt navn og Kamban keltiskt, ið merkir “hin halti”. Hetta staðfestir tað, sum vísindini seinni hava prógvað við ymsum íleguroyndum, at føroyingar og íslendingar eru minst líka nógv at keltiskum uppruna sum norrønum – serliga konufólkini.

Funningur er vanlig føroysk bygd við búseting niðri við fjøruna, við matará í miðdepli og bøi rundanum. Funningur var “funnin fressur” hjá teimum gomlu víkingunum, ið mettu búskaparviðurskiftini øðrvísi enn í dag. Tað var stutt á góðar fiskileiðir og í lægdini við fruktagóðum lendi og vatnríkari á, hevði fólkið mót at bróta upp úr nýggjum. Tey hava ivaleyst bygt neyst, langhús við fjósi og onnur úthús, eins og evnini til bátasmíð og annað smíð hava verið íðkað og hildin uppi. Greitt mark er millum bø og haga við laðaðum grótgarði, ið vísir, at tíð og tímaløn ikki varð mett á sama hátt sum nú.

Fólk hava búð í Funningi síðan landnámið, og søgu- og mentanarslóðin er av tí sama rík og spennandi.

Stuðlar

runavikar-kommuna
betri_logo
ns-logo
bakkafrost-logo
borg-xlbyg-logo
hiddenfjord-logo3
vfi-logo
faroe-ship-logo